Dimma er ikki longur so svørt, sum hon var í 60unum og 70unum og heldur ikki so sambandsk, sum hon var tá blaðstjórarnir vóru politiskt settir. Dimma er vorðin eitt modernað blað, sum var fyrst við teirri frálíku tænastuni, at tú kundi hoyra Dimmu beinleiðis upplisna og tað er nógv jaligt hent á grafiska frontinum síðani Árni gjørdist blaðstjóri. Fleiri áhugaverdir tættir hava verið royndir, summir við góðum úrslitum sum eitt nú Bloggan og Punktum.fo, meðan sexologurin fekk durðafjórðingin eftir stuttari tíð. Eg haldi orsøkina mest vera, at søgurnar sexologurin kom við, lítið høvdu við Føroyar at gera, men kanska heldur vóru tiknar úr onkrum donskum blaði, møguliga Cupido, sum er eitt hálvfúlt blað til “modernaðu kvinnuna” og so var tað handa sera uppblásta søgan um analsex og tann øgiliga tørvin, føroyska fólkasálin hevði fyri at fáa hetta “tabu’ið” av vegnum.
Stuttligt at hálvstuderaðir persónar altíð skjóta okkum øðrum í skógvarnar, at vit eru full av fordómum tá tey ætla at selja okkum ein boðskap ella okkurt úr reyðum kuffertum, men samstundis eru eitt sindur bangin fyri, at sølan verður ógvuliga soltin. Tá er tað fyribrigdið “TABU” kemur upp úr loyniligu skuffunum. Men veruleikin er skjótt tann, at einasta tabu’ið sum er eftir í Føroyum, er eitt spildurnýtt eitt: “Lívið” og við tí í hølinum kemur eitt annað, sum ongantíð er heilt avlívað, “Deyðin”. Hesi bæði hoyra líkasum saman sum ljós og myrkur, hatur og kærleiki, maður og kvinna, fótur og hosa, bygdafólk og fordómar, tí tað hava havnafólk sjálvandi yvirhøvur ikki.
Løgið – ella kortini ikki so løgiðat ein drongur úr Revagarðinumtá hann einaferð fær møguleikanat flokka havnamenntekur teir fínu fyrst,teir fínu, sum einki eru uttan fólkið:Borgmeistararnir!
Oddagreinir lammaðar av Muhammedskreppuræðsluni
Dimma hevur í dagsins Oddagrein, sum føroysk bløð av eini ella aðrari orsøk halda loyniligar, altso: navnið á oddagreinsskrivaranum. Kanska er tað Muhammedskreppuræðslan, sum hevur fingið oddagreinsskaldini at sæð ambassadubrenningar, muslimskar kravgongur sum enda í ruðuleika og reinum devulskapi, sum stendur sum ein ævigur klausulur á nethindini. Jú, tað er vandamikið og álvarsamt at skriva oddagreinir, serliga tá hon nevniliga fer inn á umrødda evnið í hesum brandfarliga brotinum: Um páskirnar hava vit hoyrt í útvørpunum, hvussu tann kristiligi boðskapurin verður borin út gjøgnum hvørt radiolurt. Neyvan nakar her á landi heldur, at tað er skeivt at bera tann góða boðskapin, men hinvegin finnast vit ofta at, hvussu gjørt verður í muslimsku londunum. Høvdu vit her hjá okkum skift Gud og Jesus um vit Allah og Muhammed, so var ikki so stórur munur á Føroyum og londum í Miðeystri.
Nú vita vit frá øðrum, at tað er fult av vandamiklum fundamentalistum í Føroyum, sum gera landið vandamikið at liva í frammanundan. Hvørjir teir eru, fáa vit ikki at vita, tí helst eru teir skipaðir í loyniligar felagsskapir eftir amerikonskum mynstri a la Ku Klux Klan. Tað hevur onkur í øllum førið nevnt onkustaðni í onkrum føroyskum blaði. Men sambært heita stólin í Vikublaðnum eru teir en øgiligur vandi fyri heimsfriðin! Tað siga í øllum føri eini 45% av teimum, sum verða sett í stólin tá tey fáa spurningin: “Hvat er størsti vandin fyri heimsfriðin?”
Ársins páhald
Tíanverri mugu vit sanna, at Vikublaðið hevur eitt álvarsligt eygna ella oyrnabrek, tí mær, okkum og tykkum vitandi, hevur eingin heimsfriður verið í Heiminum síðani ár ???? Heimurin hevur ongantíð verið so merktur av kríggji sum júst nú í okkara modernaðu, nýggju tíð ella, sum onkur vísur plagar at taka til: “Altso, vit liva í 2008!” sum um tað lá onkur gandakend samansvørjing í árstalinum 2008, júst sum tað í fjørð var við 2007 og fyrrárið við 2006. Hey tit! Tað er 2008, so nú mugu tit bara syrgja fyri at vera modernað! Hetta er slíkt, eg havi hug at kalla fyri “Preinstallerað idioti!”
Ársins mest fordómsfulla páhald er eisini at finna í hesum stutta brotið, og tað kemur her:
Høvdu vit her hjá okkum skift Gud og Jesus um við Allah og Muhammed, so var ikki so stórur munur á Føroyum og londum í Miðeystri. Meiningin er helst góð, men skrivarin hevur ikki hugsað seg serliga nógv um, tí kristintrúgvin er 2.000 ára gomul, grundað í orðunum: “ Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud. Hann var í upphavi hjá Gudi. Alt er vorðið til við Honum, og uttan Hann er einki vorðið til av tí, sum til er. Í Honum var lív, og lívið var ljós menniskjanna. Ljósið skínur í myrkrinum, og myrkrið skilti tað ikki”.
Islam kanska epilepsifantasi
Islam var til við nøkrum opinbáringum Muhammed segði seg hava havt í eini holu, har hann viðhvørt lá nakin og minnist meg rætt, onkuntíð ikki heilt edrúur. Soleiðis sum Muhammed greiðir frá um hvat hendi við honum sjálvum, tá hann fekk opinberingarnar, hava fleiri sálarlæknar, heilalæknar (neurologar) og sálarfrøðingar mett, at hann antin hevur havt epileptisk anføll ella aðra sjúku, sum hevur gjørt at hann fall í óvit, har hann hevur hallusinerað.
Í øllum føri, so er Koranin ein “kókibók í gudadýrkan og fullkomnum lýdni, frávali av frælsi og javnstøðu, kynanna millum, tilvali av trælalíknandi boðum sum m.a. tað, at teir SKULU biðja 5 ferðir um samdøgrið, vendir móti Mekka. Fyrr var hetta Jerusalem, men tá jødarnir ikki vildu taka við nýggju læruni hjá Muhammed, broytti hann tað til Mekka. Koranin er eisini full av “endurskoðanum” og broyttum sjónarmiðjum sum td. meiningin hjá Muhammed um alkohol. Fyrst var tað ikki bert loyvt, men næstan ein treyt tá tað snúði seg um bøn, altso: tú skuldi helst hava eina kenning tá tú vendi tær móti Mekka 5 ferðir um samdøgrið. Seinni broytti hann tað, til hann til endans sendi alkoholið til Himmals, har menninir hvør fingu 7 moyggjar – minst, og sluppu at drekka í óendaligum nøgdum, dag og nátt. Men hvat kvinnurnar skulu gera í Himlinum hjá Muhammed er ikki gott at vita. Onkur muslimur vil vera við, at tær eru moyggjarnar, menninir sleppa at hava sum trælir ella sextólmenni, sum skulu vera klárar alt samdøgrið. Tær verða kúgaðar á Jørðini, og tær verða meiri kúgaðar í Himlinum.
Fatwah mót N-Jón Ellendersen
Hetta eru bert nøkur fá at teimum punktunum, sum gera tað greitt, at munurin á Krisnitrúnni og Islam er so stórur, at samanberingar neyvan eru serliga lønandi. Eg havi lisið rættiliga nógv í Koranini og havi hana standandi inni á bókasavninum saman við søgubókini hjá Josefus, Edduni hjá Snorra, Samlede digte af William Heinesen, sálmabókini hjá Kingo, sum er sera gomul og slitin, Undergroundting 2 hjá Jóanes Nielsen og einum yrkingasavni hjá heimsins størsta yrkjara, T S Eliot.
Hetta hevði útloyst eitt farwah móti mær, eina sjálvmorðsbumbu í Palestina, Saudi Arabia og Pakistan, útloyst eini tíggju Ave Maria á Sankta Pæturstorginum hjá Pávanum – manninum við tehettu á høvdinum og einum kappa, sum viðhvørt er hvítgulur við fleiri pundum av gulli á; viðhvørt gongur hann eisini í gyltari tehettu aftanfyri eina risastóra Bíbliu, Latina Vulgata útgávan hjá katólsku kirkjuni, sum í mongum føri ikki líkist upprunaútgávuni serliga nógv. Men tá tað nú einaferð er Maria Moy, Himnadrotningin sum verður tilbiðin fyrst og hevur prima-punta-numero-uno, Fyrsta Rætt á Fyrstu Parkett á heimagjørdum italskum, hetta hóast tað í Bíbliuni verður roknað sum skurðgudadýrkan, sum gevur Fyrstu Parkett í Ræðsluríkinum hjá Dante.
Sand og Cuz-cuz
Næstan 1400 ár við sandi í oyrum, eygum, næsum og munni, tjøldum, har gólvið er klætt við hundraðtals teppum, har cuz cuz verður kókað í fimm tímar yvir møkum eldi og fremmandafólk ikki bert verða bjóðað inn, tey verða meiri ella minni dragsað inn. Blíðskapur oyðimarkararabanna er tiltikin og kemur føroyski blíðskapurin ikki upp á øklarnar á the arab gentlemanship, heldur ikki suðriðarblíðskapurin, sum liggur nummar eitt, tvey, trý, fýra, fimm og seks í Føroyum. Kanska hin norðurfinski blíðskapurin, sum er nakað heilt fyri seg, hevur ein møguleika.
Ein mentan, sum er ment í 1400 ár kann ikki bara flytast til Føroya sum tú flytir fisk. Í Føroyum eru heldur ongar fortreytir fyri, at Islam nakrantíð hevði gjørst veruleiki. Vit hava ikki jødarnar sum grannar, vit liva ikki í eini oyðimørk, vit kríggjast ikki við grannarnar, vit hava ongan SO fornermaðan kristnan, at hann kastaðir so stórt hatur á Kristus, at hann ikki gavst fyrr enn missiónin var fullførd: Eina nýggja læru! Islam!
1400 ár í kjóla, við bøn móti Mekka 5 ferðir um samdøgrið (fyrstu ferð kl. 05) við mjarrandi og skurrandi muhedininum í oyrunum, serliga kl. 05 gavlø, tú skalt upp at biðja, no mercy! Í Saudi Arabiu kann tað kosta lív, ikki at minnast ella ikki at orka. Men har liva eisini teir mest fanatisku muslimarnir yvirhøvur, Wahabi Way, wahabisman, sum í dag er veruliga upphavið til sjálvmorðsbumburnar, til Osama bin Laden, sum er uppfløskaður við læruni hjá Qudd, einum muslimi sum sat í fongsli í Egyptalandi meginpartin av lívinum. Har skrivaði hann tað mesta av tí, sum er grundarlagið undir tí tulking av wahabi way, sum er In í dag og samstundis grundarlagið undir arabiska slagnum av kommunismu, sum var grundarlagið undir stýrinum hjá Saddam Hussein. Qudd var ein harður hálsur, og wahabisman er ikki minni hørð, hon er grundarlagið undir teirri sunni-muslimsku bólkingini, sum stendur aftanfyri meginpartin av harðskapinum í Iraq í dag. Tað eru eisini saudi arabisku wahabistarnir, sum í dag fíggja madrassirnar (koranskúlarnir), sum liggja framvið pakistansk/afganska markinum í hópatali. Tað er her teir flestu terroristarnir verða klaktir og tað er her, mr. Laden boðar sína tulking av wahabismuni, stuðlaður av saudi-milliardum. Alt tosið um, at bin Laden skal vera útvístur úr Saudi Arabiu, er einki annað enn blak fyri eyguni á vesturlendskum journalistum og politikarum. Tíanverri eru teir, ið trúgva hesum, í meiriluta.
Muhammed var pedofilur neurotikari
Lat okkum eisini minnast til, at fleiri av fordómunum, nevrotisku ræðslunum og tabu'unum hjá Muhammed mynda Koranina í rættiliga stóran mun. Muhammed hevði eini trupul viðurskifti við tí at pissa, og er tað tí at tað stendur í Koranini hvønn veg menn skulu venda sær tá teir pissa.
Sama er við afførningi (fæces) og mongum øðrum, sum hevur við reinleika likamsins at gera.
Hinvegin trúði hann uppá spøkilsi, og hóast tað á øðrum stað í Koranini er avgudadýrkan, so upptekur tað Muhammed nógv og eru eisini leiðreglur fyri hesum. Allan vegin gjøgnum Koranina síggjast týðilig spor eftir, at Muhammed var neurotikari og tað av tí ringa slagnum.
Men tað sum verri er, er tann veruleiki, at Muhammed var pedofilur, men tá hann var komin væl áleiðis við Koranini (opinbáringunum) og hevði nógvar fylgisveinar, bar ikki so væl til. Tað einu konuna, Aisja, vildi hann hava longu tá hon var 6 ára gomul, men vinirnir foraðu honum so mikið, at hann bíðaði í 3 ár, men so var tolið uppi. Tá Aisja var 9 ár, tók hann hana til sín og lá við henni. Júst hetta hevur ført til, at pedofili er legaliserað í Islam. Aldursmarkið er aldurin hjá Aisju, tá Muhammed kravdi at fáa hana til sín, 9 ár og tað tolererar andaliga løgreglan í bæði Saudi Arabiu og Iran, sum verða roknaði sum fyrimydir fyri hvussu ein islamiskur statur skal vera. Dreymurin og missiónin hjá muslimum er nevniliga at gera Afganistan, Pakistan, Turkaland, Marokku, Egypt, Algir v.fl. til muslimskar statir, stýrdir eftir sharia-lógunum, sum er høvuðslærugrein hjá islamiskum sakførarum.
Vit hava enn ikki sæð Sharia í fullum blóma, og tó sóu vit eitt sindur i Afghanistan tá Taliban hevði valdið. Ikki var tað hugaligt, serliga ikki fyri konufólkið, sum misti øll rættindi til alt. Bundin at liva aftanfyri høgar múrar alt lívið, ílatnar burka, svartar við einum evarska lítlum holi við neti til eyguni. Einki við at ganga í skúla, arbeiða, lesa annað enn Koranina, hava egnar meiningar, hava egnar kenslur, vísa sexuellar kenslur o.sfr. MEN MAÐURIN, hann hevur loyvi til alt, alt, alt. Maðurin hevur fullkomið frælsi, bara hann biður 5 ferðir og er ein góður muslimur. Og heimkomin í ríki hjá Allah, fær hann eina rúgvu av moyggjum, rúgvuvís av brennivíni og alt gott. Kvinnan? Hon sleppur at gera sum maðurin sigur.
Tá muslimar siga, at Islam gevur kvinnum rættindi og frælsi, snýr tað seg um nøkur ørindi, sum eru so mikið gomul, at tey eru avtikin við, at nýggjari ørindi siga nakað annað, tí soleiðis er Koranin m.a. uppbygd. Tað er heldur ikki vist, at kvinnurnar hava lisið Koranina, tí mangastaðni er kvinnan so mikið órein, at hon ikki sleppur nær Koranini. So tað er aftur maðurin sum sigur hvat hann sigur at Koranin sigur.
Bye Bye Life, bye bye happiness, hello lonelyness, I feel like I could die! verður songur muslimsku kvinnunar har sum Sharia lógirnar verða settar í gildið, og tað verða tær so skjótt tað ber til í landi fyri og landi eftir, har sum wahabisman sigrar alt meiri og meiri. Tað, byrsumúlin ikki megnar, tað megna oljumilliardirnar hjá Saudia Arabisku sheikunum og familjan hjá bin Laden. Sjálvur er bin Laden góður fyri eina tvísiffrað milliardaupphædd. Og sum eg fyrr havi nevnt, so er alt tosið um, at hann er útivístur og bla bla bla Laden, tað reina møsn og propaganda. Ein útivístur maður er ikki at síggja í Saudi Arabiu ferð eftir ferð, har hann luttekur á fundum og øðrum.
Ein langan túr aftur og fram
Nú fór eg ein langan túr, men hann kanska kann sannføra oddagreinskrivarin í Dimmu, 25. mars 2008 um, at so heilt einfalt er tað nú ikki at flyta islam til Føroya og øvugt. Hin sokallaða føroyska fundamentalisman, sum av summum verður sammett við muslimsku fundamentalismuna, islamismuna, er einki annað enn blak fyri eyguni á teimum bláoygdu, sum eru lættir spammailarir (slaturberar), sum bera boðskapin skjótari enn nakar postur, elektroniskur ella manuellur.
Eg beri ótta fyri, at tað einasta sum ber brá av at hava við fundamentalistiskan harðskap í FO at gera, er hendingin tá postkassin hjá Jenis varð sprongdur í luftina ella tá kend kristin eru vorðin hótt av ónevndum persónum í telefonini.
Tú finnir ikki ein tann einasta kristna persónin í Føroyum, sum sjálvur hevði tikið til vápnanna ella nýtt kropsligan harðskap á annan hátt. Sjálvandi veit eg, at tað eru tey sum stuðla tí, USA fremur í Irak og á Quantanamo, men her er Jesus so mikið framsíggin, at hann fyrst ávarar tey um, at tann sum tekur til svørðs, skal falla fyri svørði og, at morð er ein álvarsom synd, sum ikki verður góðtikin í kristnu samkomuni – er hon rætt skikkað. Jesus er Non Violence fjeppari og nýtir hann fleiri ferðir høvið at minna m.a. Pætur á hetta.
So kristin harðskapur er ikki eksiterandi við tað, at Jesus ikki góðtekur harðskap. Vendir ein møguligur harðskaps-kristin ikki við og leggur av, at fremja harðskap, noyðist hann at finna sær aðrar samkomur, har harðskapur verður góðtikin – sum m.a. ásatrúgvin, sum er so populer í Danmørk. Men minst til, at tað at vera kristin merkir ikki, at tú ert lýtaleysur og ongantíð gert nakað skeivt, býtt ella sigur okkurt særandi. At vera kristin merkir fyrst og fremst, at tú trýrt á Jesus sum Guds son; at hann doyði og reis upp og síðani fór til Himmals; at hann kemur aftur og, at tú biðir um fyrigeving fyri synd tína, hvussu stór hon er; at tú síðani ger upp við tey, tú hevur sært ella stolið frá, gjørt teg inn á o.sfr. og at tú letur Guds kraft verða drívmegi í lívinum, at tú elskar næstan, ert til reiðar at fyrigeva øðrum í sama mun, Gud fyrigevur tær. Fyrigevur tú IKKI øðrum, fyrigevur Gud heldur ikki tær. So kristna læran er á linju við viðurkendar pedagogiskar leiðreglur og tað er ikki so ússaligt.
Hin stóri fordómurin, at vit kristnu halda okkum vera SO GÓÐ ella nógv betri enn hini, hevur lítið uppá seg, tí tað passar snøgt sagt ikki. At onkur kanska sýnist at vera arrogantur, kann í mongum føri vera so einfalt sum tað, at viðkomandi td. ikki kennir fólk aftur – sum eg; at viðkomandi kanska hevur eitt rættiliga stórt sjálvsálit og tí ikki smæðist fyri at td. siga frá, at hann hevur fingið so og so nógv 13-tøl í bæði barnaskúla, á HF ella student og so í víðari lesnaði – sum eg; at viðkomandi reypar nakað illa – sum eg ella bara tað, at viðkomandi torir at siga frá bæði tí jaliga og tí neiliga við honum sjálvum – sum eg, eisini tá tað kemur til tað pínliga ella minni hugaliga – sum eg.
Jú, tá er vandin har, men um fólk halda, at tað er nóg mikið at skoða hundin á hárinum, so eru tey so at siga sjálvi orsøk til, at tey fáa eina skeiva uppfatan av øðrum.
Enn einaferð má eg sanna, at ein tanki um eina reglu í einum reglubroti, kann føra okkum víða um og fáa nógv orð í sving. Vónandi eru hesi orð gevandi, um tað so bert er í einari reglu. Eru tey ikki gevandi, so hevur tú vónandi fingið eitt sindur av undirhaldi. Men minst til: Eg skrivi ikki fyri at fáa Pullitzer-virðislønina, eg skrivi tí eg livi.
Subscribe to:
Post Comments (Atom)
No comments:
Post a Comment