Tuesday, March 25, 2008

Vælkomin til Sir N-Jon Castle

At bloggurin er nevndur soleiðis kemst av, at eg fekk hug at signalera, at bloggurin ikki er ein fitt frásøgn um hvat eg gjørdi í gjár, hvar hundarnir pissaðu og hvat skjaldbøkan ella fostursonurin fekk at eta. Men ikki hevur Quen of England langa svørðið á skallan og sagt tey hábornur orðini: Mr. Niclas-Jón Ellendersen, You are now Lord of the dirty Ragsoks, and are allowed to call yourself Sir. Og siðiliga hevði eg svarað: Frú Quen, I have named myself Sir the half of my life, and my mother and wife, I have named Mrs Ellendersen, so save your sword for Bjarna of the Folkflock and cut the rest of his hair, so he will look like a living creature, not a risen from the death mongolian.

Her kanst tú renna teg í:

1. Filosofiskar Molar
2. Orðafrimlar
3. Inn á bein viðmerkingar
4. Filosofiskar hugleiðingar um Jesus Kristus og stóru kvinnurnar í Bíbliuni.
5. Onkur ferðafrásøgn - eitt sindur øðrvísi frásøgur.
6. Onkrar videoupptøkur, sum krevja nógvan heilakapsitet.

Forrestin: tað er ikki satt, at vit bert nýta 25% ella 50% av heilanum, nei, vit nýta øll 100% av okkara fantastiska heila. Men minst nýta vit at hugsa við! Mest at ganga berføtt við, at tyggja, hyggja og at fóðra tað autonomu nervaskipanina, sum stýrir innvølum og sjálvvirkandi skipanum sum blóðrensl, nervalag, namnam og kukk-kukk og pissepiss!

Eitt tori eg at siga: Bloggurin verður ikki keðiligur.

No comments: